• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Høvuðsmál

Høvuðsmál
Kósin hjá Sjóvinnustýrinum verður ítøkiliggjørd ígjøgnum høvuðsmálini. Høvuðsmálini skulu tryggja, at Sjóvinnustýrið er í einari støðugari menning, og harvið fer at skapa munandi betringar til gagns fyri føroyska samfelagið sum heild. Dentur verður lagdur á hesi høvuðsmálini komandi árini:

Trygd á sjónum
Vit leggja okkum eftir at menna trygdina á sjónum. Við eini javnvág millum álit og eftirlit, samstarvar Sjóvinnustýrið við sjóvinnuna og undirveitarar á økinum, fyri støðugt at stimbra trygdarmentanina í vinnuni.

Umhvørvið
Við okkara servitan um altjóða umhvørviskrøv innan sjóvinnu, geva vit okkara íkast til føroyskan umhvørvispolitikk. Fyri at verja umhvørvið fylgja vit altjóða umhvørvismálum, og tryggja at hesi verða framd.

Førleikamenning
Áhaldandi menning og broyting er í sjóvinnuni, og tí er tørvur á at fylgja við og førleikamenna starvsfólkini. Vit leggja dent á at skapa ábyrgdarfull størv í góðum arbeiðsumhvørvi, har faklig menning og vitanardeiling verða raðfest høgt.

Karmar til vøkstur
Sjóvinnustýrið miðar eftir, at Føroyar sum flaggstatur altíð hevur dagførdar tekniskar- og løgfrøðiligar karmar, sum skapa grundarlag fyri eini kappingarførari føroyskari sjóvinnu. Karmarnir um FAS skulu betrast, so skipatalið økist og avleidda virksemið í Føroyum veksur.

Talgilding
Sjóvinnustýrið skal áhaldandi mennast talgilt. Sjóvinnustýrið strembar eftir at verða ein av landsins fremstu stovnum við talgildum loysnum til brúkaran.