• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Ársgjald fyri skráseting

1. juli 2015 varð kunngerð nr. 96 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni sett í gildi.

Kunngerð nr. 96 frá 1. juli 2015 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni

Hetta merkir, at allir eigarar av bátum og skipum eina ferð um árið fáa eina rokning sendandi.

Ársgjaldið er:

1) kr. 200 fyri skip ella bát minni enn 15 BT,

2) kr. 1.500 fyri skip millum 15 og 500 BT,

3) kr. 2.400 fyri skip á 500 BT ella størri.

Sjóvinnustýrið fer at heita á allar eigarar um at nýta girokortið, tá goldið verður.

Kr. 100 verða álagdar sum ómaksgjald, um ikki verður goldið til tíðina.

Upplýsingar um tygara bát/skip eru at finna á Vanganum. Her sært tú eisini yvirlit yvir goldnar og útistandandi rokningar.

Rita inn á Vangan her:

Samleikin
Tú skalt hava "Samleikan" fyri at rita inn á Vangan. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at melda til. Tað tekur 1 - 3 dagar at virkja Samleikan.

Um tú hevur trupulleikar við at fáa Samleikan, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar:

Telefon 1881
1881@talgildu.fo
www.talgildu.fo