Føroya Skipaskráseting er skrá fyri fiskiskip, handilsskip og stuttleikaskip, sambært. Løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014.
Eigari av skipi, sum er yvir 15 BT / 15 BRT, hevur skyldu at melda skipið til Føroya Skipaskráseting. Før sum eru 5 BT / 5 BRT ella yvir, men undir 15 / 15 BRT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni. við tilmelding fær skipið/farið kenningarmerki frá skipaskrásetingini.

Fyri at skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur. Sum føroyskur eigari verður mettur:
-
Føroyingar.
-
Føroyskir landsstovnar og kommunur.
-
Stovnar, grunnar og feløg, har bara føroyingar eru í leiðsluni.
-
Partsreiðarí, har føroyingar eiga í minsta lagi tveir triðingar og har fyrisitandi reiðarin er føroyingur.
-
Partafeløg og onnur vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sum hava valt eina nevnd, tá ið minsta lagi tveir triðingar av hesari eru føroyingar.
-
Onnur vinnufeløg, har í minsta lagi tveir triðingar eru føroyingar.
Leiguskráseting
Føroya Skipaskráseting loyvir leiguskráseting (bareboat-skráseting) til føroyskt flagg og til fremmant flagg.
Gjøld:
| Skip, sum eru 15 BT og størri | ||
| Skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála, leigusáttmála og byggiváttan | kr. 6.000 | |
| Skráseting av veð, hækking av veðupphædd, skráseting av transporti | kr. 6.000 | |
| Ræðisavmarking | kr. 2500 | |
| Tjóðskaparbræv | kr. 5.000 | |
| Fyribils tjóðskaparbræv | kr. 4.200 | |
| Striking av skipi, ið verður selt | kr. 500 |
| Bátar ella før, sum eru millum 5 og 15 BT | ||
| Skráseting av veð, hækking av veðupphædd, skráseting av transporti | kr. 3.000 | |
| Ræðisavmarking | kr. 1.750 |
| Avrit av skipsblaði - fyri hvørt avrit | kr. 300 |
Gjøldini omanfyri eru ásett í kunngerð um gjøld fyri skráseting o.a. í skipaskránni frá 26. nov. 2025.
Gjøld, ásett í hesi kunngerð, skulu vera goldin, áðrenn skjølini verða útflýggjaði.
Oyðubløð:
Fráboðan um skráseting av skipi og ognarviðurskiftum
Fráboðan um skráseting í leiguskrásetingini
Fráboðan um skráseting av skipi í útlendska leiguskrá
Fráboðan um skráseting av skipi í gerð
Fráboðan um sølu av skipi til útlandið
Fráboðan um striking av skipi vegna skipbrot ella upphøgging




