• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Farskráin – bátar

Farskráin er skrá fyri smærri før, samb. Løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014.

Øll før undir 15 BT hava skyldu at meldatil Farskránna. Før á 5 BT ella yvir, men undir 15 BT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni.

Skipaskrásetingin i Tórshavn umsitur farskránna fyri landið.

Pantirættindi
Skal pantirættindi skrásetast í fari, sum er yvir 5 BT / 5 BRT, skal farið skrásetast í Føroya Skipaskráseting og ikki í Farskránni.
Rættindi í førum undir 5 BT / 5 BRT, skulu skrásetast á Tinglýsingarstovuni,
Traðagøta 38, Postboks 2048, FO-165 Argir.

Melda bátin til Farskránna umvegis Vangan. Her ber eisini til at gera eigaraskifti og broytingar.

Rita inn á Vangan her:

Nýskráseting av báti

Eigaraskifti á báti

Broyting í verandi báti

Samleikin
Tú skalt hava "Samleikan" fyri at rita inn á Vangan. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at melda til. Tað tekur 1 - 3 dagar at virkja Samleikan.

Um tú hevur trupulleikar við at fáa Samleikan, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar:

Telefon 1881
1881@talgildu.fo
www.talgildu.fo

Um tað ikki ber til at nýta Vangan til skráseting, kann oyðublað nýtast:

Oyðublað:Tilmelding til bátayvirlitið.

Oyðiblaðið kann sendast til fma@fma.fo ella latast inn á skrivstovuni hjá Sjóvinnustýrinum.