Hvussu søki eg um førleikaprógv
Tú søkir um førleikaprógv í online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.
Hvørjar treytir eru til at fáa førleikaprógv?
Sjófólk, ið skulu hava førleikaprógv sum skipsatstøðari, dekkari ella motormaður, skulu lúka niðanfyristandandi treytir:
Endaskeið sum skipsatstøðari
Allir umsøkjarar skulu hava endaskeið sum skipsatstøðari.
Útbúgvingarbók
Umsøkjarar, ið vísa á góðkenda útbúgvingarbók, fáa førleikaprógv við 12 mðr. siglingartíð í staðin fyri 18 mðr.
Váttan um upplæring
Umsøkjarar skulu vísa á upplæring sambært STCW II/4 og/ella III/4. Skjalið fæst her.
Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir, at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu. Verður søkt um STCW II/4 skal umsøkjari eisini vera skikkaður til kagtænastu.