Á brúkarasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum á Vanganum kanst tú avgreiða fleiri viðurskifti.
Bátaeigarar
Á Vanganum sært tú allar upplýsingar um tín bát:
- Tekniskar upplýsingar
- Upplýsing um fiskiloyvi
- Yyvirlit yvir gjøld
- Yvirlit yvir gjørdar skrásetingar
Hesi viðurskifti kanst tú avgreiða beinleiðis:
- Gera broytingar í skráseting av verandi báti
- Gera eigaraskifti - keypa ella selja tín bát
- Leggja eigarar afturat ella strika eigarar
- Skráseta tín nýggja bát
- Rinda rokning fyri ársgjald
- Broyta gjaldara
- Broyta mynd av bátinum
Beinleiðis leinki til Farskránna á Vanganum:
Sjófólk
Á Vangannum sært tú avrit av tínum sjóvinnubrøvum og førleikaprógvum, sum eru útskrivað í 2018 ella seinni. Far undir "Tænastuveitarar" og vel Sjóvinnustýrið.
- Tú sært avrit av skjølunum, útgávudag og útgongudag.
- Tú fært áminning við teldubrævi um endunýggjan 90 dagar undan útgongudegi.
- Á Vanganum er leinki til Sjóprógv, sum er skipanin, har tú søkir um endurnýggjan av sjóvinnubrævinum.
Rita inn á Vangan her:
Samleikin
Tú skalt hava "Samleikan" fyri at rita inn á Vangan. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at melda til. Tað tekur 1 - 3 dagar at virkja Samleikan.
Um tú hevur trupulleikar við at fáa Samleikan, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar:
Telefon 1881
1881@talgildu.fo
www.talgildu.fo