• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Thor Freyja skrásett í FAS

21-08-2025

Nú er eisini Thor Freyja hjá Thor í Hósvík skrásett í FAS. Hetta er síðsta av fýra skipum, sum P/F Thor hevur flutt úr Bahamas í Føroysku Altjóða Skipaskránna. Hini eru Thor Magni, Thor Frigg og Thor Modi. Øll skipini eru bygd í 2015 í Turkalandi og virka sum supply-skip í offshore-vinnuni. Vit ynskja teimum øllum vælkomnum í FAS!