Sjóvinnustýrið hevur kannað, hví útróðrarbáturin Ellinor OW2321 tann 8. november 2023 fekk slagsíðu og sakk.
Kanningin kemur fram til nakrar møguligar orsøkir til óhappið, men ikki ber til at siga við vissu, hvat elvdi til, at báturin sakk.
Ellinor liggur á havsins botni, og tí er kanningin grundað á m.a. vitnisfrágreiðingar, útrokningar, áður framd eftirlit og viðlíkahald.