• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Thor Frigg skrásett í FAS

01-08-2025

Thor Frigg, ið er offshore supply skip hjá Thor í Hósvík, er nú eisini skrásett í FAS.

Hetta er triðja skipið hjá Thor, sum er skrásett í FAS í ár. Hini eru Thor Magni og Thor Modi. Seinni í august verður eisini Thor Freyja skrásett í FAS. Tá fer føroyski parturin í FAS upp um 50 %.

Skipini eru øll sama slag og stødd - bygd í 2015 í Turkalandi og 2089 BT til støddar.