Felagið Sandship í Fuglafirði keypti nýliga farmaskipið Bonacieux, sum nú er umbygt til sjálvlossara og eitur Vón Arctic. Í gjár varð skipið skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina.
Vón Arctic er systurskip hjá Vón Feeder, sum eisini er í FAS.
Vit ynskja Vón Arctic vælkomnum og gleðast um, at føroysk reiðarí velja FAS.
Tað eru í verandi løtu 81 skip í FAS. Nærum helvtin, ella 39 skip, hava føroyskar eigarar.






