• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Vitaverkið yvirtikið

1. juni 2024 yvirtaka Føroyar málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking frá dønum. Sjóvinnustýrið skal umsita málsøkið.

Við hesum taka vit yvir ábyrgdina av 24 vitum. Yvirtøkan fevnir haraafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni.

Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk. Landið yvirtekur samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um.

Nýggju uppgávurnar verða frameftir skipaðar á nýstovnaðari deild í Sjóvinnustýrinum. Samstarv verður tó við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.