• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Vanligir manglar hjá útróðrarbátum

Tað er krav, at bátar, sum fáast við vinnuligan fiskiskap, skulu sýnast, áðrenn siglingarloyvi fæst. Sjóvinnustýrið fremur hesi sýn, og hetta eru vanligastu manglarnir, sum vit finna:

  • MOB-útgerðin er ikki nøktandi
  • Medisinkista C manglar
  • Lensiskipan er ikki nøktandi, herundir vatnstandsalarmar
  • Vatntøtt skott eru ikki í lagi
  • Pakningar og skalkingar í veðurtøttum hurðum og lúkum eru ikki nøktandi
  • Eyka startskipan til høvuðsmotor manglar
  • Alarmar til navigatiónsljós mangla
  • Kravd uppsløg og skelti mangla
  • Lensiportur eru ikki nøtkandi