• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Tvey nýggj skip í FAS

30-07-2025

TIDAN er spildurnýtt farmaskip hjá svensku shippingfyritøkuni, Erik Thun. Skipið er bygt í 2025 á Ferus Smit-skipasmiðjuni í Hollandi. Tidan verður drivið við bæði battaríi og vanligum brennievni.

THOR MODI er offhore supply-skip hjá Thor, sum er bygt í 2015. Skipið hevur verið undir Bahamas-flaggi, men er nú skrásett í FAS.

Vit ynskja báðum skipum vælkomnum í Altjóða Føroysku Skipaskrásetingina.