Førleikakrøv fyri útlendingar á føroyskum fiskiskipum:
Umborð á føroyskum fiskiskipum skulu skipari, stýrimaður og maskinyvirmenn hava føroyskt sjóvinnubræv
Tó kunnu útlendingar mynstra í einum starvi, har sjóvinnubræv krevst, um útlendingarnir hava fingið eitt viðurkenningarprógv frá Sjóvinnustýrinum.
Tað er reiðarin, sum skal senda umsókn um viðurkenningarprógv til Sjóvinnustýrið. Saman við umsóknini skal leggjast avrit av útlendska sjóvinnubrævinum.
Fyri at viðurkenningarprógv kann gevast út og harvið fyri at kunna nýtast umborð á føroyskum fiskiskipum, skal útlendska sjóvinnubrævið hjá brúgvayvirmonnum hava eina STCW-F átekning. Tá talan er um maskinmenn, skal útlendska sjóvinnubrævið hava STCW átekning.
Umsóknir um viðurkenningarprógv skulu sendast Sjóvinnustýrinum umvegis online skipan okkara Sjóprógv. Log-in fæst við at venda sær til manningardeildina.
Øll manningin skal hava galdandi trygdarskeið og heilsuprógv
Øll, sum mynstra umborð, skulu hava galdandi trygdarskeið og galdandi heilsuprógv fyri sjófólk. Útlendsk trygdarskeið sambært STCW-sáttmálanum eru góðkend at nýta umborð á føroyskum skipum.