• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Sjóvinnustýrið umsitur nú sjórættin

31-07-2025

Málsøkið sjórættur er nú yvirtikið sum føroyskt sermál, og Sjóvinnustýrið hevur longu útint fyrstu uppgávurnar í hesum sambandi.

Sjórætturin varð yvirtikin ólavsøkudag, og Sjóvinnustýrið útskrivaði 30. juli bunkers-loyvisbræv til Thor Frigg, sum kemur í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina í dag, 31. juli.

Í praksis merkir yvirtøkan, føroysk reiðarí hereftir skulu venda sær til Sjóvinnustýrið, tá tey skulu søkja um bunkers- og CLC-loyvisbræv. Umsóknarbløð fáast á heimasíðu Sjóvinnustýrisins, fma.fo.

Verandi loyvisbrøv eru tó framvegis galdandi við tí gildistíð, ið er ásett á loyvisbrævinum.

Í seinasta lagi 20. februar næsta ár skulu øll føroysk skip undir ávísum treytum sambært kunngerðini hava føroysk loyvisbrøv frá Sjóvinnustýrinum. Heitt verður á reiðaríini um at søkja í góðari tíð.

Tá Danmark hevur tikið fyrivarni fyri Føroyar av, fer Sjóvinnustýrið eisini at útskriva vrak- og  athen-loyvisbræv. Inntil tá mugu hesi útvegast frá øðrum flaggstati, til dømis DMA. Sjóvinnustýrið kunnar, so skjótt sum fyrivarnið verður tikið av.

Yvirtøkan av sjórættinum er seinasti liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til. Í 2001 varð trygd á sjónum yvirtikið, í 2011 loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin. Sjóvinnustýrið umsitur øll økini.

 

Orðafrágreiðing:

Bunker-loyvisbræv: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava bunker-loyvisbræv umborð. Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju. Umsónarblað

CLC-loyvisbræv: Øll tangaskip yvir 2000 BT skulu hava CLC-loyvisbræv. Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini. Umsónarblað

Vrak-loyvisbræv: Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava loyvisbræv umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd fyri burturbeining av skipsvraki. Umsóknarblað, DMA

Athen-loyvisbræv: Galdandi fyri ferðafólkaskip í altjóða sigling. Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri ferðafólkum og teirra viðføri í ferðafólkasigling. Umsóknarblað, DMA