Sjóvinnustýrið er nú á Vanganum, og tað merkir, at viðskiftafólki stendur í boði at avgreiða enn fleiri tænastur talgilt.
Fleiri túsund smábátaeigarar hava nú beinleiðis atgongd til sín bát á Vanganum
Bátaeigarar kunnu síggja allar skrásettar upplýsingar um bátin og mynd av bátinum. Til ber at skráseta nýggjan bát og keypa og selja bát beinleiðis á Vanganum, uttan at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið fyrst. Harumframt ber til at gjalda ársgjald umvegis Vangan.
Sjóvinnubrøv atkomilig
Hevur brúkarin eitt sjóvinnubræv, ið er útskrivað í 2018 ella seinni, sæst eisini avrit av hesum á Vanganum. Ein áminning um, at Sjóvinnubrævið fer úr gildi, verður sjálvvirkandi sent brúkaranum umvegis teldupost 90 dagar undan útgongudegnum. Seinni fer eisini at bera til at síggja eldri sjóvinnubrøv.
At koma við á Vangan er seinasti liður hjá Sjóvinnustýrinum í eini tilgongd, har alt fleiri tænastur eru vorðnar talgildar. “Tað hevur týdning fyri okkum, at øll okkara viðskiftafólk hava atgongd til okkara tænastur allar tíðir á samdøgrinum. Vit eru tilvitað um, at tað kann vera torført hjá sjófólki og øðrum, ið hava sítt starv á sjónum, at tillaga seg til vanligar upplatingartíðir. Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum at møta brúkaranum, har hann er, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Sum er, kunnu sjófólk søkja sær sjóvinnubræv online, skip uppsenda mynstringar talgilt, og reiðarí hava altíð atgongd til tær upplýsingar, tey senda inn.
“Við at vera tænastuveitari á Vanganum taka vit lut í tí stóru menning, sum fer fram á talgilda økinum í Føroyum í løtuni. Tað er fyri okkum ein sjálvsagdur lutur at vera við í hesum frambroti,” sigur Hans Johannes á Brúgv.
Í løtuni eru 2678 smábatar skrásettir í Føroyum. Fleiri av bátunum hava meiri enn ein eigara.
Uml. 3200 sjófólk hava fleiri enn 4000 galdandi sjóvinnubrøv frá Sjóvinnustýrinum við ársbyrjan 2022.