• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Paris MoU setir fokus á Ballast Water Management (Joint Concentrated Inspection Campaign)

09-09-2025

Paris moU hevur kunngjørt, at næstu 3 mánaðirnar verður sjóneykan sett á Ballast Water Management (BWM).

Hetta skulu skipari og reiðarí vita:

Kanningartíðarskeið: 1. september – 30. november 2025

Endamál: At kanna, um skip liva upp til treytirnar í Ballast Water Management Convention (BWM).

Hvat verður kannað?

  • Galdandi BWM-váttanir
  • Dagførd Ballast Water Management Plan (BWMP)
  • Um manning er kunnað um og dugir at seta BWMP í verk
  • Góðkent og virkið BWM-system
  • Ískoyti til Ballast Water Record Book (BWRB)
  • Umsiting av botnfalli
  • Møgulig undantøk

Praksis:

  • Skip verður bara kannað eina ferð undir átakinum.
  • Hetta spurnarblað verður nýtt.
  • Um manglar verða staðfestir, kann freist gevast til at rætta manglarnar, men skip kunnu eisini verða afturhildin.

Tilmæli til skipara og reiðarí:

  • Tryggja, at øll skjøl, váttanir og dagbøkur eru dagførdar.
  • Ger manningina kunnuga við øll krøv og praktiskar mannagongdir.
  • Far ígjøgnum BWMP og tryggja tær, at skipið livir upp til øll BWM-krøv.

 

Les meira her