Kunngerð um serlig førleikakrøv til manning við skipum, sum nýta gass ella annað brennievni við lágum flammupunkti sum drívmegi (LNG) varð sett í gildi 1. juli 2018.
Í kunngerðini er ásett, at skiparin hevur skyldu at tryggja, at øll sjófólk umborð fáa eina vegleiðing um skipið og útgerðina umborð í tilknýti til teirra arbeiðsuppgávur umborð. Harafturat er krav sett um at sjófólk, sum hava serligar uppgávur í sambandi at nýtsluna av sjálvum brennievninum og neyðtilbúgvingina í hesum sambandi, skulu hava førleikaprógv. Fyri at fáa førleikaprógvið er ásett krav um skeið, sum lýkur krøvini í STCW-sáttmálanum.
IGF-kodan (The International Code of Safety for Ships Using Gases or other Low-Flashpoint Fuels) sum ásett við IMO samtykt MSC.391(95) kom í altjóða gildi hin 1. januar 2017 og fevnir um byggi- og útgerðarkrøv til skipini við serligum atliti til brennievniskipanina, sum verður nýtt at dríva skipið. Undir hesum eru harafturat ásett krøv um, at manningin umborð á hesum skipum, skal hava neyðugar førleikar til tess at virka umborð.
Skiparar og maskinmeistarar og ein og hvør annar við høvuðsábyrgd av nýtsluni av brennievni og brennievnisskipanini skulu hava leiðaraprógv til skip fevnd av IGF-koduni. Fyri at fáa leiðaraprógvið verður ásett krav um skeið, sum lúkur krøvini í STCW-sáttmálanum.
Tað er Sjóvinnustýrið, ið útskrivar tey í kunngerðini umrøddu prógv. Heimild er tó ásett, at Sjóvinnnustýrið kann heimila øðrum persónum ella stovnum at útskriva prógvini. Í slíkum førum er vanlig mannagongd, at prógvini verða útskrivað av útbúgvingarstovni ella skeiðsveitara.
Við hesi kunngerð liva Føroyar sostatt upp til altjóða krøvini hesum viðvíkjandi í STCW-sáttmálanum.
Í løtuni eru trý skip skrásett í FAS, sum nýta gass sum drívmegi.
Kunngerðin kann lesast her