Reiðaríið Erik Thun AB hevur latið byggja eitt nýtt farmaskip til sín farmaflota. KOLLAND varð latin reiðarínum síðst í september og fekk i vikuni føroyska flaggið á hekkuna.
Reiðaríið hevur nú 16 farmaskip í flotanum umframt 21 tangskip – og 10 teirra eru skrásett í FAS.
Vit eru fegnast um, at eitt so viðurkent reiðarí sum Thun aftur velur at skrásta skip síni í FAS. At nýbygningar verða lagdir afturat flotanum hjálpir samstundis at halda miðaldrinum á FAS-skipunum lágum og styrkir føroyska skrásetingina.
Kolland er bygdur á Ferus Smit skipasmiðjuni í Hollandi og er 2926 BT til støddar.






