Norrøna ársins skip
Sjóvinnustýrið kann avdúka, at Norrøna er kosið ársins skip í 2014. Nummar tvey gjørdist M/V Tananger og nummar trý varð M/V Haukur. Sjóvinnustýrið velir einaferð um árið at geva heiðursmerki til skip undir tí føroyska flagginum, sum kann vísa á serliga góð úrslit eftir bestu rakstrarúrslitum.
Norrøna er ársins skip fyri 2014. Hesa avgerð hevur Sjóvinnustýrið tikið og ársins skip verður valt einaferð um árið og kosið fyrst í árinum eftir. Eitt av atlitunum, sum eru tikin og, sum er munurin millum skipini, sum eru á næsta og triðja plássi er, at Norrøna oftast ongan feil hevur havt, tá eftirlit hevur verið gjørt umborð. Hetta eftirlit er undir Paris MoU.
Skipið við bestu rakstrarúrslitum verður funnið við at hyggja at úrslitunum við ongum feilum, tá eftirlit er umborð og tey verða tald og lønt eftir einari torleikaskipan, sum geva ymisk stig. Umframt hetta verður eisini talt, um feilir eru, tá sýn er umborð á skipunum og somuleiðis er atlit tikið til, hvussu stendur til viðvíkjandi klassaskjølum í samband við góðkenning av skipum.
Ábyrgdin hjá skipara umborð á skipum er stór og m.a. verður kravt, at skiparin hevur vakið eyga við øllum skipsskjølum, eisini skjølunum hjá manningini. Harumframt má hann tryggja sær, at skipið til eina og hvørja tíð er til reiðar at taka í móti sýnsfólki.
Krøvini frá eigara, myndugleika, farmsendara saman við stranga eftirlitinum, sum vitjar umborð á handilsskipum eru sera stór fyri skipara og manning við farmskipum. Í nútíðar skiparakstri krevst tí nógv av teimum fólkum, sum starvast innan hetta økið. Fremsta endamálið við leiðbeining og stuðli, ið flaggmyndugleikin roynir at veita sjófólki og leiðslu á landi er, at skip verða rikin og sigla trygt. Hetta er við til at byggja virðing fyri føroyska flagginum á høvum og fremmandum havnum.
Sjóvinnustýrið hevur seinastu árini sent áminningar um reglugerðir fyri góðan og reglurættan rakstur og stórur dentur verður lagdur á, at eggja skipunum til at bera so í bandi, at tey koma frá einum altjóða eftirliti við ongum feilum ella viðmerkingum. Hetta hevur stóran týdning fyri virðingina av flagginum og hevur uttan iva somuleiðis stóran týdning fyri feløgini, sum vilja kappast millum tey bestu á marknaðinum.