Enn ein nýbygningur hjá Erik Thun AB er skrásettur í FAS. Talan er um farmaskipið Naven, sum er bygt á Ferus Smit skipasmiðjuni í Niðurlondum og sum varð latið eigarunum í ár.
Svenska felagið hevur latið fleri skip byggja til føroyskt flagg. Tey seinastu eru Kolland og Tidan í 2025, og Spiken og Lidan í 2024. Felagið Thun, Føroyar er føroyskt skrásettur eigari.
Vit eru sera errin av, at Thun ferð eftir ferð velur FAS og ynskja Naven blíðan byr frameftir.






