Reiðarin skal framyvir tekna trygging, ella seta aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans yvirfyri sjófólkum og skipsførarum, um reiðarin misheldur starvssetanarviðurskifti síni.
18. januar 2017 verður sett í gildi nýggj kunngerð, ið fevnir um starvsviðurskifti o.a. hjá persónum, sum starvast umborð á føroyskum handilsskipum skipum. Kunngerðin staðfestir broytingarnar í MLC-sáttmálanum, ið vórðu samtyktar í 2014, og sum koma í gildi tann 18. januar í nýggja árinum. Endamálið við broytingunum er at skapa eina skjóta og úrslitagóða trygdarskipan at koma til hjálpar sjófólki og skipsførarum, ið eru latin eftir.
Kunngerðin ásetir, at reiðarin skal tekna eina trygging, ella seta aðra fíggjarliga trygd, ið umfatar krøv hjá sjófólki og skipsførarum, sum eru latin eftir, ímóti reiðarínum. Tryggingin skal m.a. fevna um útreiðslur til heimferð og uppihald hjá sjófólki og skipsførarum umframt útistandandi lønar- og onnur samsýningarkrøv.
Í seinasta lagi 17. januar 2017 skulu reiðaríini sostatt hava teknað nýggju tryggingarnar, ella sett aðra trygd fyri omanfyristandandi krøv.
Harafturat verður tað ein treyt, at loyvisbrævið, sum tryggingarveitarin hevur útflýggjað, verður atkomiligt hjá sjófólki og skipsførarum umborð á skipunum.
Framyvir fer tað at síggjast í MLC-certifikatinum, hvørt neyðugu tryggingarnar eru teknaðar, og verður hetta eisini ein partur av regluliga MLC-sýninum. Í tíðini fram til komandi MLC-sýnið er tað tó nøktandi, um áður nevnda loyvisbrævið eru at finna umborð á skipinum.
Nærri um krøvini
Brotpartar av krøvunum, sum fyriskipan 2.5 ásetir, eru fevndir av Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir (Trygdargrunnurin), ið er lógarkravd skipan, sum, tá almennu lógfestu treytirnar eru loknar, m.a. umfatar sjófólk og skipsførarar umborð á føroyskum skipum. Grunnurin svarar fyri krøvum, óansæð um reiðaríið hevur goldið lógarkravda gjaldið til grunnin.
Aðrir brotpartar av krøvunum, ið eru fevnd av reglu A2.5.2., eru harumframt fevndir av hesum almennu skipanum: Heilsutrygd, Almannaverkinum og barsilsskipanini.
Reiðari fyri føroyskum skipi skal tekna trygging, ella seta aðra fíggjarliga trygd, sum lýkur krøvini í fyriskipan 2.5., reglu A2.5.2. Undantak frá kravinum um trygging, ella aðra fíggjarliga trygd, kann tó gerast fyri krøv, sum frammanundan eru fevnd av Trygdargrunninum ella øðrum almennum skipanunum.
Sum prógv fyri, at kravið um trygging, ella aðra fíggjarliga trygd, er lokið, skal brúkast loyvisbræv frá tryggingarveitara ella øðrum veðhaldara, ið lýkur krøvini í skjali A2.1. til MLC-sáttmálan. Verða krøv, sum frammanundan eru fevnd av Trygdargrunninum ella øðrum almennum skipanum, undantikin meginregluni um trygging, ella aðra fíggjarliga trygd, skulu hjálagdar váttanir frá Trygdargrunninum og Sjóvinnustýrinum somuleiðis liggja umborð á skipinum.
Sjófólk og skipsførarar á føroyskum skipum eru fevnd av arbeiðsskaðalógini á jøvnum føti við persónar, sum arbeiða á landi í Føroyum. Sum váttan fyri vernd av sjófólki og skipsførarum sambært arbeiðsskaðalógini skal skjal frá Vanlukkutryggingarráðnum vera atkomiligt fyri sjófólk og skipsførarar umborð. Váttanin skal annaðhvørt vera á tí málinum, ið verður nýtt sum arbeiðsmál umborð á skipinum, ella á enskum. Um skipið er í altjóða sigling, skal váttanin, ella ein hjáløgd umseting av váttanini, vera á enskum.
Sí annars hjálagda uppskot til kunngerð. Gevið gætur, at uppskotið ikki er endaligt, og at fyrivarni má takast fyri møguligum broytingum.
Uppskot til kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd ið rindar ....pdf
Uppskot til kunngerð um uppslag av upplýsingum um rættindi hjá sjófólkum....pdf
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Sjóvinnustýrið á tlf. 35 56 00
22. desember 2016.