• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Miðvís eftirlitsherferð um farmatrygging – Concentrated Inspection Campaign (CIC)

17-08-2026

Paris MoU hevur kunngjørt, at næstu 3 mánaðirnar fara havnastatsmyndugleikar at seta sjóneykuna á Securing of Cargo Units and Cargo Transport Units.

Kanningartíðarskeið: 1. september – 30. november 2026

Endamálið við eftirlitsherferðini er at savna upplýsingar um, í hvønn mun galdandi SOLAS-krøv verða hildin í sambandi við innskiping, lasting og trygging av farmi og farmaflutningseindum.

Eftirlitið verður framt sum partur av vanligum havnarstatseftirliti. Skip verða bert kannaði eina ferð í tíðarskeiðinum.

Eftirkanningarlisti
Havnastatsmyndugleikarnir fara at nýta hendan eftirlitskanningarlista til at kanna, um krøvini verða hildin.

Møgulig frávik verða skjalfest, og tiltøk hjá havnarstatinum kunnu vera alt frá at skráseta frávik til at halda skipinum aftur.