Paris MoU hevur kunngjørt, at næstu 3 mánaðirnar fara havnastatsmyndugleikar at seta sjóneykuna á Securing of Cargo Units and Cargo Transport Units.
Kanningartíðarskeið: 1. september – 30. november 2026
Endamálið við eftirlitsherferðini er at savna upplýsingar um, í hvønn mun galdandi SOLAS-krøv verða hildin í sambandi við innskiping, lasting og trygging av farmi og farmaflutningseindum.
Eftirlitið verður framt sum partur av vanligum havnarstatseftirliti. Skip verða bert kannaði eina ferð í tíðarskeiðinum.
Eftirkanningarlisti
Havnastatsmyndugleikarnir fara at nýta hendan eftirlitskanningarlista til at kanna, um krøvini verða hildin.
Møgulig frávik verða skjalfest, og tiltøk hjá havnarstatinum kunnu vera alt frá at skráseta frávik til at halda skipinum aftur.





