Málsviðgeri til Føroya Skipaskráseting
Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til Føroya Skipaskráseting.
Um starvið:
Sum málsviðgeri fært tú møguleika at arbeiða í einum fjølbroyttum og spennandi starvi hjá føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at:
- Skráseta og eftirkanna ognarheimildir, veðbrøv og onnur rættindi, sum skulu skrásetast í Føroyar Skipaskráseting, FAS og Farskránni,
- samskifta og vegleiða viðskiftafólkum og
- umsita ársgjøld fyri bátar og skip.
Førleikakrøv:
Vit vænta
- at tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving,
- at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur, og hevur áhuga og áræði at arbeiða innan fyrisiting,
- at tú ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn,
- at tú hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli,
- at tú hevur góð samstarvsevni, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt, og
- hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
- Royndir frá skipaskráseting ella øðrum líknandi starvi, er ein fyrimunur.
Vit bjóða:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss, har starvsfólkarøkt, -menning og -trivnaður eru høgt í metum. Sjóvinnustýrið er frammarlaga innan talgilding, og sum starvsfólk á skipaskrásetingini fert tú at vera partur av menningini av hesum tænastum.
Setanarviðurskifti:
Starvið er eitt fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er á Giljanesi í Vágum. Lønar- og setanartreytir vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn:
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensli og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. juni kl. 12.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara, á tlf. 355600. Upplýsingar um Sjóvinnustýrið eru at finna á FMA |