Spennandi starv sum málsviðgeri innan manning á Sjóvinnustýrinum er leyst at søkja.
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt starv, har tú dagliga kemur í samband við sjófólk og samstarvsfelagar bæði í Føroyum og úti í heimi. Tú lærir at arbeiða sambært galdandi lógum og reglum á sjóøkinum og fært eina servitan um manningar- og sjóvinnuøkið. Tú fært eisini í ávísan mun møguleika at ávirka starvsinnihaldið sjálv/ur.
Um starvið:
Grundað á, at starvið inniber regluligt samstarv við útlendskar myndugleikar er umráðandi, at tú hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum. Málsviðgerðin er tengd at lógarteksti, og tí krevst at tú hevur skil og áhuga fyri lógarteksti. Arbeiðið kann til tíðir vera fløkt og krevur, at tú ert væl skipað/ur, hevur gott yvirlit, og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Tínar uppgávur verða í høvuðsheitum:
- málsviðgerð av umsóknum um vinnubrøv
- málsviðgerð av umsóknum um loðsprógv og loðsfrítøkuskjøl
- málsviðgerð av umsóknum um viðurkenningarprógv
Tó skalt tú vera til reiðar at traðka til, um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á deildini/stovninum.
Útbúgvingar- og førleikakrøv:
- Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving
- Hollar praktiskar royndir og royndir innan almenna umsiting eru ein fyrimunir
Persónligir førleikar:
Til starvið krevst:
- góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- góðan telduførleika, hava gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir
- góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
- góð samstarvsevni
- tola trýst
- tora at taka avgerðir
- jaligan hugburð
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Tænastustaðurin er í løtuni í Tórshavn.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 28. oktober 2019 kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Súsonnu Dal Jákupsdóttir á tlf. 355600.
Umsóknir skulu sendast til: fma@fma.fo