Í sambandi við syrgiligu deyðsvanlukku 27. november, har maður við Ametyst varð funnin druknaður skamt við skipið, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar kring vanlukkustaðið og gjørt nakrar eygleiðingar um landgonguumstøður sum heild.
Staðfestast kann, at tað er rættiliga tilvildarligt, hvussu leytarar og landgongdir verða settar. Skip eru ymisk, og kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til fiskiskip (Fráboðan E kapitel 6, regel 7 stk 1) ásetur nakrar leiðreglur at halda seg til.
Her ein stutt vegleiðing til, hvussu leytarar skulu setast:
- Landgongdin skal vera stabil við styttum og reipi væl sett og spent upp
- Landgongdin skal vera væl fest í skipið og skal helst setast í dekkshædd, har tað ber til
- Landgongdin skal vera trygg at ganga á, m.a. skal undirlagið verða gliðtrygt
- Hallið á landgongdiniskal helst ikki vera meira enn 30 stig
- Net skal spennast út undir landgongdina, so eingin kann detta niður ímillum
- Gott ljós skal vera við landgongdina
Sigast skal, at enn er eingin vissa fingin fyri, hví og hvar maðurin datt á sjógv og druknaði náttina til sunnudagin 27.11.2022. Eisini var net spent út undir leytaran á Ametyst.
Sjóvinnustýrið metir tað vera sera umráðandi, at fokus verður sett á hettar økið, og tí heitir Sjóvinnustýrið á skiparar, sjófólk, reiðarar, skipasmiðjur, klassa, havnaskrivstovur og fólk, ið annars hava við skip at gera, um at gera vart við umstøður, ið ikki tykjast tryggar, so at skipari og/ella reiðari kunnu syrgja fyri, at umstøðurnar hjá manning og viðskiftafólki at ganga til og frá skipinum eru so tryggar sum yvirhøvur til ber.
Her eru tvey dømi um tryggar landgongdir:
Her er togverkið ikki nóg stramt, einki net, og arbeiðsútgerð liggur við landgogndina. Eisini er langt ímillum skip og kai:
Her er vinkulin meira enn 30 stig, einki net, og togini eru leys:
Landgongdin á Ametyst við trygdarneti: