Kunningarskriv í samband við dagføring av manningarskjølum – STCW II/5 og III/5
Sjóvinnustýrið skal við hesum boða frá, at tann 1. januar 2017 kemur STCW Manila 2010 í gildi altjóða. Hetta hevur við sær, at øll manningarskjøl fyri handilsskip skulu dagførast samsvarandi, grundað á, at allir fulltiknir dekkarar og fulltiknir motormenn í seinasta lagi 1. januar 2017 skulu hava førleikaprógv sum ávikavist fulltikin dekkari ella fulltikin motormaður sbrt. STCW reg. II/5 og STCW reg. III/5.
Hetta er eisini galdandi fyri skip undir 500 BT um tað á manningarskjalinum er ásett krav um fulltiknan dekkara.
Hetta merkir, at Sjóvinnustýrið í næstum sendir tygum dagførd manningarskjøl til hoyringar. Um Sjóvinnustýrið ikki hevur frætt frá tygum 14 dagar aftaná tygum hava móttikið skjølini, verður mett, at tygum góðtaka manningarskjølini og verða dagførd manningarskjøl seinni send tygum í frumriti.
Um tygum hava spurningar til omanfyri ber til at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið