• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Kunning um krøv í sambandi við STCW 2010

Áheitan frá Sjóvinnustýrinum til sjófólk fevnd av STCW 2010

Tann 1. januar 2017 koma broytingar í STCW 2010 Manila í gildi altjóða, sum hevur við sær, at tey sjóvinnubræv, sum eru í gildi til 31. desember 2016 skulu býtast um.

Sjóvinnustýrið heitir á tey sjófólk, sum eru fevnd av broytingunum í STCW 2010 um at senda Sjóvinnustýrinum umsókn í góðari tíð. Ein partur av broytingunum hava við sær, at nógv sjófólk skulu søkja um førleikaprógv fyri fyrstu ferð. Hetta økir um mongdina av málum hjá Sjóvinnustýrinum at viðgera innan relativt stutta tíð. Fyri at flest mál verða viðgjørd í góðari tíð áðrenn 1. januar 2017, heitir Sjóvinnustýrið á sjófólk, sum verða fevnd av broytingunum um at senda Sjóvinnustýrinum umsókn skjótast tilber.

Umsóknarbløð og kunning annars um krøvini til tey ymisku førleikaprógvini og sjóvinnubrøvini eru at finna á www.fma.fo. Umframt hetta eru flóðkort at finna, sum vísa krøvini til tey ymisku sjóvinnubrøvini og førleikaprógvini.

Nýggj sjóvinnubrøv sambært STCW Manila 2010

Skipsførarar:
Skipsførarar við útbúgving frá 2006 ella seinni lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sambært STCW Manila 2010. Skipsførarar við útbúgving fyri 2006 skulu hava skeið í ECDIS.

Skiparar:
Skiparar við útbúgving frá áðrenn 31.12.14 skulu hava skeið í BRM. Er útbúgvingin frá áðrenn 2006, krevst eisini skeið í ECDIS.

Maskinmeistarar:
Maskinmeistarar lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sambært STCW Manila 2010. Gev gætur, at søkjast kann ikki um sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi. Tó kunnu tey sjófólk, sum hava sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi søkja um endurnýggjan av hesum sjóvinnurbrævi, meðan siglt verður upp til skipsmaskinmeistara á 1. stigi.

Maskinistar:
Maskinistar, sum hava útbúgving frá áðrenn 31.12.14, skulu hava skeið í ERM. Maskinistar, sum hava útbúgving frá áðrenn 31.12.14, skulu hava skeið í III/6 fyri at fáa STCW III/6 átekning á sjóvinnubrævið.

Annað:
Tað er ikki ein treyt at hava tangaskipaskeið fyri at fáa útskrivað sjóvinnubræv. Sambært STCW er tað ein treyt at hava hetta skeið, um ein ger tænastu umborð á olju-, kemikaliu- ella gasstangaskipi, og hevur serligar uppgávur viðvíkjandi lasting og lossing.

Maskinistar við útbúgving eftir juni 2006 og skipsførarar hava tangaskipaskeið við í útbúgvingini, og hesir fáa tí átekningina fyri tangaskip STCW V/1-1, reg. 2,2 og V/1-2, reg. 2,2 á sjóvinnubrævið.

Møguleiki er at útskriva avmarkað sjóvinnubrøv, t.e. sjóvinnubræv uttan ARPA og ECDIS.

Tá ið søkjast skal um STCW 2010 sjóvinnubræv: Hevur tú fingið sjóvinnubræv útskrivað eftir 1. juli 2012 og skal hava nýtt STCW 2010 sjóvinnubræv, er bert neyðugt at senda Sjóvinnustýrinum gamla sjóvinnubrævið, galdandi heilsuprógv og flyta kr. 500 á konto hjá Sjóvinnustýrinum. Eru onnur kravd skeiðsprógv fyri útbúgvingina, skulu tey fylgja við. Nýtt vinnubræv verður ikki handað út, áðrenn peningurin er á konto. Tó er ikki neyðugt at gjalda av nýggjum hjá teimum, ið hava fingið sjóvinnubrævið útskrivað eftir 1. jan. 2014.

Teir umsøkjarar, sum ikki hava latið Sjóvinnustýrinum avrit av prógvi frá sjómansskúla, verða bidnir um at senda eitt avrit av hesum saman við umsókn um umbýting av sjóvinnubrævi.

Allir aðrir umsøkjarar skulu sum vanligt senda avrit av øllum viðkomandi skjølum saman við umsóknini umframt kravdu skeiðunum sambært talvuni omanfyri.

Legg til merkis:
STCW 2010 setur harumframt krav fram um ymisk onnur skeið.Hesi eru tó ikki treyt fyri at fáa sjóvinnubræv og verða tí ikki nevnd í hesum tíðindabrævi. Tó kann væntast, at reiðaríini fara at seta fram krav um hesi skeið.