Hert eftirlit – CIC (“Concentrated Inspection Campaign”)
Sum Sjóvinnustýrið fyrr í ár hevur fráboðað í tíðindaskrivið, dagfest 24. juni 2015, hevur Paris MoU boðað frá, at tey , saman við Tokyo MoU fara í holt við nýtt hert eftirlit.
Frá september til november í ár verður dentur lagdur á , at manningin skal hava kunnleika til at handfara støður í afturlatnum rúmum (Enclosed Space Entry). Herda eftirlitið hjá Paris MoU í 2014, viðvíkjandi hvílutíð, gjørdi, at 912 viðmerkingar vórðu gjørdar og 16 skip vórðu afturhildin vegna brot á ásetingarnar um hvílutíð. Tó var onki føroyskt skip afturhildið.
Longu í september hava tvey føroysk skip fingið viðmerkingar undir Port State Control um manglandi venjing í samband við afturlatin rúm (Enclosed Space Entry). Sjóvinnustýrið er í tøttum samskifti við avvarðandi reiðarí um at rætta upp á hesi viðurskifti.
Henda gongd er ikki haldgóð, og Sjóvinnustýrið skal tí við hesum enn einaferð kunna um og minna øll føroysk reiðarí undir FAS á at tryggja sær, at øll viðurskifti í samband við afturlatin rúm (Enclosed Space Entry) eru í lagi.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jógvan Hentze á tlf. 355600 ella við t-posti til fma@fma.fo.