• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Hav Fles skrásettur í FAS

20-10-2026

Annan dagin á rað er ein føroyskur nýbygningur skrásettur í Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS.

Í gjár var tað Akranes hjá Smyril Line, og í dag varð farmaskipið Hav Fles hjá Navigare Shipping í Søldarfirði skrásett. Hav Fles er systurskip hjá Hav Leiti, sum varð skrásett í FAS í summar, og er annar av fýra nýbygningum, sum Navigare Shipping letur byggja.

Føroysk shipping-vinna er av sonnum í eini spennandi menning við nýbygging, íløgum og stórum virksemi. Vit ynskja reiðaríunum blíðan byr.