Sjórætturin er nú á føroyskum hondum, og hetta varð hátíðarhildið á lítlari samkomu í Sjóvinnustýrinum 12. august.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum flutti fram røðu, har hon m.a. segði frá gongdini at taka yvir alt tað, sum hevur við sjóøkið at gera. Tilgongdin byrjaði í 2001, tá málsøkið trygd á sjónum varð yvirtikið. Í 2011 var tað loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin. Sostatt eru øll viðurskifti á sjórættaraliga økinum nú á føroyskum hondum. Umhvørvisstovan umsitur sjókortini, og Sjóvinnustýrið umsitur hini økini.
Rikke Wetter Olufsen, varastjóri í Søfartsstyrelsen, og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, søgdu eisini nøkur orð.
Eisini varð samstarvsavtala undirskrivað millum Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen. Avtalan inniber, at tætta samstarvið millum báðar stovnarnar heldur fram, og at Søfartsstyrelsen veitir hjálp og stuðul í arbeiðinum at menna sjórættarøkið í Føroyum. Hetta fevnir millum annað um samstarv í altjóða høpi, til dømis arbeiðið í IMO.
Her eru nakrar myndir frá móttøkuni, sum JN.fo tók