• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Føroyar millum fremstu flaggstatir í nýggjari altjóða frágreiðing

29-01-2026

Føroyar eru aftur millum flaggstatirnar, sum røkka hægstu úrslitum í Flag State Performance Table 2025/2026, sum International Chamber of Shipping (ICS) júst hevur almannakunngjørt.

Frágreiðingin byggir á dátur frá altjóða viðurkendum stovnum, m.a. IMO, Paris MoU og Tokyo MoU, og metir um, hvussu flaggstatir megna at liva upp til altjóða krøv innan trygd, umhvørvisvernd og arbeiðsviðurskifti á sjónum.

Úrslitini vísa, at Føroyar liva væl upp til altjóða standardir á maritima økinum.

 Metingin fevnir m.a. um:

  • Úrslit frá havnastatseftirliti - Port State Control
  • Samtykt og íverksetan av týdningarmiklum IMO- og ILO-sáttmálum
  • Miðalaldur á skipum
  • Fráboðanir og rapportering til altjóða stovnar
  • Luttøku í altjóða audit-skipanum

Góð viðurkenning av føroyska flagginum

Góða úrslitið er eitt týðandi góðskustempul fyri føroyska flaggið og vísir, at Føroyar verða mettar sum ein álítandi og ábyrgdarfullur flaggstatur í altjóða shipping-vinnuni. Við hesi meting eru Føroyar í sama bólki sum stórir og viðurkendir flaggstatir sum t.d. Danmark, Singapore, Noreg, Hong kong og Stóra Bretland.

Altjóða góðskustempul

Flag State Performance Table hjá ICS verður nógv nýtt í altjóða shipping-vinnuni sum eitt mát fyri góðsku og trúvirði hjá flaggstøðum. Ein sterk støða á listanum kann tí hava jaliga ávirkan á bæði umdømi og kappingarførleika. Listin kemur út árliga, og hetta er ikki fyrstu ferð, Føroyar fáa so góða meting.

Les alla frágreiðingina Flag State Performance Table 2025/2026 hjá International Chamber of Shipping.