• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Føroyar fella eitt pláss á Hvítalista

08-08-2025

Føroyar eru farnar eitt pláss niður á nýggjasta Hvítalista hjá Paris MoU fyri flaggstatir – úr 29. plássi í 2023 til 30. pláss í 2024. 40 lond eru á listanum.

Plaseringin á listanum er grundað á talið av afturhaldum í mun til havnastatseftirlit (PSC) seinastu 3 árini. Føroysk skip eru afturhildin 6 ferð í 225 eftirlitum seinastu 3 árini.

At vera á Hvítalista er avgerandi fyri virðingina og álitið á Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina (FAS). Í mun til aðrar skipaskráir hevur FAS færri skip, og tí fáa einstøk afturhald størri ávirkan á samlaðu plaseringina.

Føroysk reiðarí og rakstrarfeløg gera nógv fyri at tryggja, at øll viðurskifti um borð á skipunum eru trygg og í tráð við galdandi reglur. Sjóvinnustýrið arbeiðir samstundis alsamt við at varðveita flaggið á Hvítalista og at veita stuðul og karmar til FAS-reiðarí. Átakið “Ársins Skip” er eitt av tiltøkunum, sum Sjóvinnustýrið skipar fyri, fyri at eggja reiðaríum at halda høga støðið.

Einki FAS-skip er afturhildið í 2025. Um góða gongdin heldur fram, fer tað at hava jaliga ávirkan á plaseringina á Hvítalista næsta ár.

Nýggjasti listin hjá Paris MoU sæst her.