Føroyar taka seg fram á árliga listanum hjá Paris MoU yvir flaggstatir og eru nú nr. 28 á listanum yvir sonevnd hvít fløgg. Seinastu tvær ferðirnar, listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi. Undan hesum lógu vit á 39. plássi.
Plássið á listanum er grundað á eftirlit og afturhald av skipum í FAS seinastu 3 árini. Minst 30 eftirlit skulu vera framd í tíðarskeiðnum.
Tað eru seinastu 3 árini framd 240 havnastatseftirlit av føroyskt flaggaðum skipum. 4 afturhald hava verið.
Sjóvinnustýrið gleðist um framgongdina á Hvítalista, sum samstundis merkir, at standardurin og trygdin um borð á skipum í FAS eru góð.
Plaseringin seinastu 4 tíðarskeiðini:
2019 – 2021: Nr. 28 (EF -1,02)
2018 – 2020: Nr. 31 (EF -0,87)
2017 – 2019: Nr. 31 (EF -0,57)
2016 – 2018: Nr. 39 (EF -0,27)
(Excess Factor: Útrokningarhátturin hjá Paris MoU)
Annað árið á rað er Danmark nr. 1 á listanum. Í hølinum á teimum koma Niðurlond og Noreg.
Listin sæst her.