ES setti fyriskipan 1257/2013 um upphøgging av skipum í verk í 2013, og í seinasta lagi 31. desember 2020 skulu øll føroysk skip yvir 500 BT lúka treytirnar í fyriskipanini. Annars sleppa tey ikki at sigla í ES- og EBS-havnir. Hetta er galdandi fyri bæði fiski- og farmaskip.
Fyriskipanin krevur, at skip skulu hava ein lista við vandamiklum evnum umborð (Inventory of Hazardous Materials). Eisini skal skipið hava eina váttan frá klassanum um, at skipið lýkur hesa treyt (Statement of Compliance).
Tað eru bert tænastuveitarar, sum eru góðkendir sambært ávísum ISO-standardi, sum kunnu gera IHM-listarnar. Eftir at listi er gjørdur, skal klassin góðkenna listan og útskriva SoC-váttanina.
Sjóvinnustýrið mælir til, at skiparar og reiðarí beinanvegin fara í gongd við tilgongdina at útvega sær IHM- listan og SoC-váttanina. Hetta tí at tað bert eru fáir góðkendir veitarar í Norðurlondum.
Um tað eru skip, sum ikki lúka krøvini í fyriskipan 1257/2013 tann 31. desember 2020, má Sjóvinnustýrið tillaga siglingarloyvini tilsvarandi, tí hesi tá ikki hava loyvi at sigla til og úr havnum í ES og EBS. Londini í EBS eru Ísland, Liktinstein og Noreg.
Um ein hevur spurningar ella tørv á vegleiðing, svarar Sjóvinnustýrið fegið spurningum.