Paris MoU, sum er Evropiskur felagsskapur fyri sjóvinnufyrisitingar, hevur júst útgivið árliga flaggstats-avrikslistan. Føroyar eru á 39’inda plássi og varðveita sostatt plássið á hvíta listanum yvir heimsins flaggstatir.
Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta føroysk skip eru kannað og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. Føroyar høvdu eitt færri afturhald frá 2016 til 2018 í mun til frá 2015 til 2017, ávikavist 8 og 9 afturhald.
Tað hevur stóran týdning fyri marknaðarføringina av FAS, at flaggið er á Hvíta lista. Av tí at FAS er ein lítil skipaskrá, eru vit sera viðbrekin, tí verða vit dømd eftir somu stigaskipan sum stóru skipaskrásetingarnar, sum t.d. Bahamas. Tí skulu sera fá afturhald til, áðrenn tað fær stóra neiliga ávirkan.
Sjóvinnustýrið hevur á hvørjum ári átakið “Ársins Skip”, sum skal eggja reiðaríi og manning at fyribyrgja afturhaldi. Skipið við fægst feilum og eftirlitum verður lønt við einum heiðursbrævi og heiðurinum, ið fylgir við umtalini.
Eitt føroyskt flaggað skip er afturhildið higartil í 2019.