• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Fast track váttanir frá Sjóvinnustýrinum

04-06-2025

Sjóvinnustýrið skal vísa á, at av tí at stakroyndir viðvíkjandi ILO 188 nú eru settar í verk, kann viðgerðartíðin av Fast Track váttanum væntandi verða longd fyri tey skip, ið ikki hava fingið ILO 188 sertifikat útflýggjað enn.

Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum í Fast Track-skipanini

Tá ið reiðarí søkja um Fast Track-loyvi frá Útlendingastovuni, verður biðið um váttan frá Sjóvinnustýrinum, ið staðfestir, at fyritøkan og skip tess ikki hava útistandandi mál av týdningi við Sjóvinnustýrið.

Til at fáa tílíka váttan, skal umbøn um váttan til Fast Track sendast fma@fma.fo, har navn á fyritøku, v-tal hjá fyritøku og navn/nøvn á skipum, ið søkt verður um váttan fyri, verða upplýst.

Í sambandi við tílíka umbøn, kannar Sjóvinnustýrið, um øll neyðug skipsskjøl ella onnur viðkomandi viðurskifti eru í lagi, og verður váttan ella noktanarskriv sent reiðarínum grundað á hesi viðurskifti. Her verður m.a. hugt at klassastatus, siglingarloyvi og ferðafólkaloyvi, men serligt atlit verður tikið til viðurskifti viðvíkjandi Fráboðan A og ILO 188, ið fevna um arbeiðsumhvørvi.

Viðvíkjandi ILO 188 kannar Sjóvinnustýrið, um skipini hava fingið ILO 188-góðkenning ella sertifikat útskrivað. Fyri tey reiðarí, ið ikki hava hetta, verða stakroyndir framdar viðvíkjandi krøvum sambært ILO 188. Sjóvinnustýrið kann sum dømi umbiða skjøl viðvíkjandi krøvum til arbeiðs- og hvílitíð, starvsavtalur hjá sjófólki, heimferð hjá sjófólki, kost og drekkivatn og upplæring av sjófólki sambært galdandi lóggávu.