Sjóvinnustýrið hevur gjørt eina umfatandi kanning av sosialum arbeiðsumhvørvi, trivnaði og happing umborð á føroyskum skipum.
Kanningin staðfestir avbjóðingar. Umleið 70 % av teim spurdu eru nøgd við sosiala umhvørvið umborð, men 30 %, eru ikki nøgd.
20 % av teim spurdu hava í størri ella minni mun upplivað happing ella chikanu á einhvønn hátt. Hetta eigur at verða tikið í álvara, og málið má vera, at ongin er úti fyri happing í starvi sínum á sjónum.
Kanningin er umfatandi og setur 40 spurningar um upplivingar hjá sjófólki seinastu 5 árini. Nakrar av niðurstøðunum eru hesar:
- 72 % hava upplivað slatur ella baktalu umborð.
- 26,7 % hava sjálvi upplivað ella sæð arging, happing ella diskriminatión grundað á kyn, húðarlit, tjóðskap ella átrúna.
- 49,6 % hava fingið niðursetandi viðmerkingar.
- 33,9 % hava sjálvi upplivað ella sæð sosiala útihýsan.
- 19,5 % hava upplivað harðskap ella hóttanir móti øðrum ella sær sjálvum.
- 9,3 % hava upplivað óynskta fysiska kontakt við seksuellum undirtónum.
Aldur og starv hava týdning
Í høvuðsheitum eru tað yngri sjófólk millum 26-35 ár, ið oftast siga frá neiligum upplivingum. Kanningin vísir eisini, at yvirmenn á brúnni og maskinuni eru minni nøgdir við sosiala umhvørvið enn aðrir bólkar.
Smærri fiskiskip hava størri avbjóðingar
Neiligar upplivingar eru vanligari umborð á fiskiskipum enn á handilsskipum, serliga á smærri fiskiskipum undir 500 BT. Um borð á øllum skipabólkum eru sjófólk, ið siga frá neiligum upplivingum, og um borð á øllum skipabólkum eru sjófólk, ið halda, at leiðslan ikki tekur happing og chikanu í álvara. Men um borð á fiskiskipum undir 500 BT heldur fimta hvørt sjófólk, at evnið ikki verður tikið í álvara.
Øll síggja ikki støðuna eins
Greiningin vísir, at fatanin av sosialum viðurskiftum kann vera ymisk alt eftir starvi umborð. Sum heild vísir kanningin, at skiparar hava eina jaligari uppliving av trivnaðinum umborð enn restin av manningini. Til dømis meta heili 86 % av skiparum seg ongantíð hava upplivað ella sæð útihýsing seinastu 5 árini, meðan sjófólk í øðrum størvum uppliva hetta nógv oftari. Eisini sæst, at happing og chikana oftast koma frá starvsfeløgum á sama ella hægri stigi, og hetta kann gera tað torført at boða frá hendingum.
Happing tykist minka
Millum tey, ið hava siglt meira enn fimm ár, meta tey flestu, at happing um borð á føroyskum skipum er ein minkandi trupulleiki ella, at støðan ikki er versnandi. Serliga sjófólk á fiskiskipum uppliva, at støðan er batnandi.
Hvat sigur kanningin okkum
Hóast kanningin vísir, at ein stórur meiriluti av føroyskum sjófólkum sum heild eru væl nøgd við sosiala umhvørvið um borð á føroyskum skipum, og at happing og chikana bara fara fram í ávísan mun, so er støðan ikki nøktandi. Málið eigur at vera, at øll kenna seg trygg og vird umborð. Tað er tó jaligt at síggja, at trupulleikarnir tykjast minkandi heldur enn vaksandi.
Sjóvinnustýrið heldur, at:
- Skiparar og reiðarí eiga at raðfesta felagsskap og trivnað umborð og geva greið boð um, at happing og óynskt atferð ikki verður góðtikin.
Sambært MLC-sáttmála og ILO 188-sáttmála um starvsviðurskifti hjá sjófólki á ávikavist handilsskipum og fiskiskipum, kunnu klagur leggjast fyri Sjóvinnustýrið í trúnaði. - Reiðarí eiga at hava greiðar mannagongdir fyri fráboðan av trupulleikum, og leiðslurnar eiga at hava røtt amboð at handfara støður sambært Løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, § 62.
- Sosial viðurskifti eiga at verða viðurkend sum ein týðandi liður í trygdini umborð á skipum, tí at ótryggleiki grundaður á sosial viðurskifti kunnu ávirka trygdarátøk og hugburðin til trygd umborð.
Meira at lesa
Øll frágreiðingin um happing kann lesast á heimasíðu Sjóvinnustýrisins, www.fma.fo. Í greiningini verður farið í smálutir fyri hvønn einstakan spurning. Eru spurningar til frágreiðingina, er møguligt at venda sær til Ebbu Marionnu Joensen, fulltrúa.
Um kanningina
Spurnakanningin er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Í alt hava 257 sjófólk luttikið og svarað spurningunum. Tað verður mett, at umleið 3.400 sjófólk sigla við við føroyskt skrásettum skipum, og tí gevur kanningin heldur eina ábending um støðuna enn eina fullkomna mynd. Ávísir bólkar eru undirumboðaðir í kanningini, til dømis kvinnur og útlendingar við fiskiskipum.