• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Viðurkenningarprógv

Á nýggjárinum ganga fleiri viðurkenningarprógv út. Hetta tí, at sjóvinnubrøv, sum hava STCW 95 átekning ikki kunnu verða grundarlagið undir viðurkenningarprógvum, sum eru galdandi eftir 1. januar 2017. Til hetta krevst sjóvinnubræv við STCW 2010 átekning.

Sjóvinnustýrið heitir á reiðarí, ið hava sjófólk, sum hava viðurkenningarprógv, ið ganga út 31. desember 2016 um at venda sær til Sjóvinnustýrið hesum viðvíkjandi skjótast til ber. Av tí at roknast má við ávísari avgreiðslutíð er umráðandi, at reiðarí eru í góðari tíð.

Gevið gætur! Fyri at fáa viðurkenningarprógv við STCW 2010 átekning, er ein grundleggjandi treyt, at viðkomandi sjófólk hevur eitt sjóvinnubræv við STCW 2010 átekning. Tey sjófólk sum ikki hava røttu átekningina mugu sostatt venda sær til viðkomandi myndugleika í landinum, har galdandi sjóvinnubrøv er útskrivað, áðrenn søkjast kann um eitt føroyskt viðurkenningarprógv við STCW 2010 átekning.

Sjóvinnustýrið heitir staðiliga á øll reiðarí, sum hava tørv á viðurkenningarprógvum framyvir, um at søkja í góðari tíð. Um øll bíða til seinastu løtu, klára vit ikki at avgreiða allar umsóknir, áðrenn freistin er farin.

Sjóvinnustýrið tekur ikki ábyrgd av, at umsøkjarar hava verið ov seinir á sjóvarfallinum.

Nærri kunning um krøv til viðurkenningarprógv síggjast her.