Leiðreglur í sambandi við mynstring
Í samráð við fleiri myndugleikar, m.a. arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini, hevur Sjóvinnustýrið sett í verk leiðreglur fyri mynstring og avmynstring fyri at tryggja, at flutningur av vørum og heilivági kann halda fram meðan COVID-19 ger um seg. Sjóvinnustýrið mælir til hesar mannagongdir:
Manning, sum mynstrar av í Føroyum
- Manning ella onnur umborð, sum ikki hava havt samband við persónar uttan fyri skipið, sum mynstra av í Føroyum aftan á minst 14 dagar umborð og ikki hava sjúkueyðkenni, verða mett sum frísk og nýtast ikki at fara í sóttarhald.
- Umboðsfólk/reiðarí skulu syrgja fyri at finna eitt stað, har manning, sum ikki hevur heimstað í Føroyum, kann fara í sóttarhald, um neyðugt.
- Reiðarí skulu hava fastar mannagongdir fyri, hvussu tey fáa útlendska manning trygt av landinum.
Manning, sum skal mynstra í Føroyum
Føroya Politi hevur boðað frá, at eitt fyribils innferðareftirlit verður sett í verk í Føroyum fyri at forða fyri, at útlendskir ríkisborgarar uttan viðurkenningarvert endamál í Føroyum koma inn í landið. Eftirlitið er rættað móti útlendingum, sum ikki hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum, og sum heldur ikki hava eitt viðurkenningarvert endamál við innferðini.
Krav er tí at øll útlendsk sjófólk, sum skulu mynstra í Føroyu skulu vísa á galdandi ferðaskjalprógv og skjalprógv fyri arbeiði í Føroyum. Arbeiðsgevarar skulu útvega sjófólkunum eina váttan um, at viðkomandi hevur eitt arbeiði í Føroyum.
Vit vænta góða planlegging og góðar vandamálsgreiningar frá reiðarínum, so at manning kann fáast umborð uttan at økja um smittuvanda.
Skip í heimasigling
Manning sum hevur sjúkueyðkenni ella har illgruni er um smittu, skal fylgja vanligu sóttarhalds- ella avbyrgingarmannagongdunum, sum føroysku myndugleikarnir hava ásett. Støðan broytist skjótt, og broytingar kunnu koma fyri eftir boðum frá myndugleikunum.
Mynstring og avmynstring uttanlands
Sjóvinnustýrið er tilvitað um, at avmarkingar í ferðing orsakað av COVID-19 órógva tilrættisløgd manningarskifti. Í summum førum hevur hetta ført við sær, at hýruavtaluformálar eru longdir fyri verandi manning. Um niðanfyristandandi viðurskifti verða fylgd, góðtekur Sjóvinnustýrið hetta, og reiðarí nýtast ikki at boða okkum frá:
- Hýruavtaluformálin verður endurnýggjaður í semju millum sjófólk og reiðarí
- Ein nýggjur hýruavtaluformáli, ella ískoyti til hýruavtaluformálan, verður gjørdur, sum báðir partar skriva undir
- Útmynstringin varar ikki longri enn 12 mðr. (ella annað mark ásett í galdandi hýruavtaluformála ella sáttmála millum fakfeløg og reiðarí).
Um útmynstringin varar longri enn 12 mðr. (ella annað mark ásett í galdandi hýruavtaluformála), skal Sjóvinnustýrið hava boð um hetta.
Landsstýrið hevur sett strong tiltøk í verk fyri at fyribyrgja, at koronasmittan breiðir seg. Tað hevur alstóran týdning, at skip halda á at sigla fyri at vørur og heilivágur framhaldandi kann koma til landið og at útflutningsvørur kunnu verða útfluttar. Tað er tí avgerandi, at manningarskifti kunnu fara fram í samsvari við tilmælini og tiltøkini hjá myndugleikunum.
Um sjúka er umborð og manningin má arbeiða meira enn vanligt og ikki kann yvirhalda hvílitíðir, kann hetta hava við sær, at skipið má leggjast og manningin má sendast heim. Hesum má manningin hjálpa til at fyribyrgja við at vera eyka árvakin viðvíkjandi smittufyribyrging umborð, m.a. við at hava greiðar reglur um reinføri. Víst verður eisini til skriv frá Pál Weihe, yvirlækna “Leiðbeining til sjófólk”.
Arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini taka undir við hesum skrivi.