Í august 2024 varð nýggj kunngerð lýst, sum snýr seg um starvsviðurskifti hjá sjófólki umborð á føroyskum fiskiskipum longri enn 15 m. Við nýggju kunngerðini verður krav sett um, at øll føroysk fiskiskip skulu sýnast og góðkennast fyri at staðfesta, at arbeiðsumstøðurnar liva upp til krøvini í altjóða sáttmálanum ILO 188 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.
Sýnið verður framt av Sjóvinnustýrinum ella av góðkendum klassafelagi.
Fyri skip har L1 er 15 metrar ella longri, men styttri enn 24 metrar, er tað Sjóvinnustýrið, sum fremur sýnið, meðan fyri skip har (L) er 24 metrar ella longri eru tað klassafeløgini, sum vegna Sjóvinnustýrið fremja sýnið.
Sjóvinnustýrið útskrivar ILO 188 loyvisbrøv (sertifikat) til skip 24 metrar ella longri. Smærri skipini fáa eina váttan frá Sjóvinnustýrinum.
Týdningurin av ILO 188-sýni og góðkenning
ILO 188 góðkenning er eitt krav frá Sjóvinnustýrinum fyri at fáa og varðveita siglingarloyvið.
Tá føroysk fiskiskip eru í útlendskari havn, kunnu havnastatsmyndugleikar leggja skipið, um ILO 188 góðkenning ikki fyriliggur.
Í sambandi við Fast Track-skipanina fer Útlendingastovan at krevja eina ILO 188 góðkenning, áðrenn loyvi verður givið til útlendska arbeiðsmegi.
Eftirlitið sambært kunngerðin fevnir um fylgjandi viðurskifti:
1) Minstaaldur
2) Heilsuprógv
3) Førleikar hjá sjófólkunum
4) Setanaravtala
5) Brúk av løggildum hýrutænastum og ávísingartænastum
6) Hvílitíð
7) Manningarásetan
8) Arbeiðsrúm og uppihaldsrúm
9) Frítíðarhentleikar umborð
10) Kostur og drekkivatn
11) Heilsuverja og trygdarverja og fyribyrging av vanlukkum
12) Sjúkuviðgerð umborð
13) Útgjøld av hýru
Tað var í 2019, at Løgtingið samtykti at Føroyar skuldu taka undir við ILO 188-sáttmálanum. Kunngerðin er liður í at seta í verk neyðugu lóggávuna til tess at Føroyar liva upp til altjóða sáttmálan.