• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Áminning: Nú nærkast freistin at fáa øll viðurskifti í rættlag viðvíkjandi net-váðastýring

Net-váðastýring verður partur av ISM frá 1. januar 2021

Frá 1. januar 2021 verður krav, at nettrygd verður partur av trygdar-mannagongdunum hjá reiðaríum.

IMO hevur samtykt “Resolution MCS.428(98) um Maritime Cyber Risk Management in Safety Management Systems. Í samtyktini verður staðfest, at talgildar hóttanir skulu verða viðgjørdar í trygdarstýrisskipan reiðarísins (SMS), áðrenn fyrstu árligu DOC-skoðan aftaná 1. januar 2021. Hetta hevur við sær, at reiðarí skulu taka atlit til nettrygd á jøvnum føti við aðrar vandar umborð (sí ISM Code 1.2.2).

Reiðarí skulu nú meta um vandar, sum kunnu standast av, at kunningartøkni og elektronisk tól verða nýtt umborð og skulu syrgja fyri, at nøktandi verja verður sett í verk ímóti talgildum hóttanum. Mannagongdir fyri, hvussu nettrygd verður handfarin, skulu setast inn í verandi SMS-skipanir hjá reiðaríum.

Frá 1. januar 2021 fara mannagongdirnar hjá reiðaríum viðvíkjandi nettrygd at verða skoðaðar í sambandi við regluligar ISM-skoðanir av reiðaríum og skipum.

Sjóvinnustýrið vil við hesum heita á føroysk reiðarí at kunna seg nærri um IMO ”Resolution MCS.428(98) um Maritime Cyber Risk Management in Safety Management Systems” og seta neyðug átøk í verk fyri at liva upp til krøvini áðrenn 1. januar 2021.

Vegleiðing
IMO hevur útgivið vegleiðingina MSC-FAL.1/Circ.3 Guidelines on Maritime Cyber Risk Management” um nettrygd og trygdarskipanir. Vegleiðingin vísir m.a. á, hvussu mannagongdir um nettrygd kunnu verða settar inn í verandi trygdarstýrisskipanir (ISM). Les vegleiðingina her.

Omanfyrinevnda IMO-vegleiðing vísir samstundis til vegleiðing frá umboðum úr altjóða shipping-vinnuni, sum fer í fleiri smálutir enn tann meira yvirskipaða vegleiðingin hjá IMO. Reiðaríum verður viðmælt at nýta hesa vegleiðing. Les gjølligari vegleiðing her.

Eru ivamál hesum viðvíkjandi ber til at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið á telefon 355600 ella við t-posti á fma@fma.fo.