• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Altjóða maritimur dagur

Í dag verður World Maritime Day hátíðarhildin kring heimin.

Fyri at hátíðarhalda dagin, verða eyðkennismerki kring allan heimin, sum hava við sjóvinnu at gera, upplýst við bláum ljósi. M.a. IMO høvuðssæti í London. Í Føroyum fer Sjóvinnustýrið at lýsa upp bygningin á Giljanesi við bláum, tá myrkrið fellur á.

Hetta er eitt árligt átak hjá IMO (International Maritime Organization). Í ár verður sjóneykan sett á trygd á sjónum við evninum “Navigating the Future: Safety First!”

Við hesum leggur IMO dent á týdningin av, at framtíðar tøkni og innovatión verða sett í verk uttan at seta trygdina í vanda.

Samstundis er dagurin merkisverdur við tað, at tað í dag eru 50 ár síðan SOLAS-sáttmálin varð samtyktur. SOLAS er grundarsteinurin í altjóða reglugerð um trygd á sjónum.

Les meira um World Maritime Day her

Sjóvinnustýrið, 26. september 2024