Kunngerð nr. 96 frá 1. juli 2015 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni
1. juli 2015 varð kunngerð nr. 96 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni sett í gildi.
Kunngerð nr. 96 frá 1. juli 2015 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni
Hetta merkir, at allir eigarar av bátum og skipum fara at fáa eina rokning sendandi í komandi døgum.
Ársgjaldið er:
1) kr. 200 fyri skip ella bát minni enn 15 BT,
2) kr. 1.500 fyri skip millum 15 og 500 BT,
3) kr. 2.400 fyri skip á 500 BT ella størri.
Sjóvinnustýrið fer at heita á allar eigarar um at nýta inngjaldskort, tá goldið verður.
Kr. 100 verða álagdar sum ómaksgjald, um ikki verður goldið til tíðina.
Upplýsingar um tygara bát/skip eru at finna á: www.teyggjan.fo