• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Bátasýn

Kunning um sýn
Farið skal sýnast eftir ávísum tíðarbilum. Hvør tað er, sum ger sýnið, og hvussu sýnið verður gjørt, er treytað av m.a. støddini á farinum.

Fyrsta sýn og endurnýggjanarsýn
Fyrsta sýn og endurnýggjanarsýn ger Sjóvinnustýrið. Hesi sýn eru galdandi fyri alt vinnuligt virksemi, ið fær útskrivað ferðafólkaloyvi frá Sjóvinnustýrinum.

Til ber at bíleggja sýn á teldupost-adressu fma@fma.fo ella á tel. +298 35 56 00.

Miðsýn
Miðsýn er reiðarans ábyrgd at gera. Tíðarbilið fyri nær miðsýn skal gerast stendur á ferðafólkaloyvinum. Kravið til miðsýn finnur tú í skjali 1 og 2 í kunngerð nr. 104 frá 9. juli 2019 um at sigla við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk.

Tjekklisti til miðsýn
Fyri før, ið eru styttri enn 15 metrar og hvørs dimensiónstal er millum 20 og undir 100 krevur Sjóvinnustýrið, at ein ávísur tjekklisti verður brúktur til miðsýn. Sami tjekklistin kann eisini brúkast sum hjálparamboð til før, hvørs dimensiónstal er minni enn 20 og framtøkumegi upp á 100 kW ella meira.

Kekklistin til miðsýn fæst her.

Miðsýn og dokumentatión
Tá miðsýn er framt skulu bæði útfyltur tjekklisti og dagførd trygdarvegleiðing sendast Sjóvinnustýrinum á fma@fma.fo

Sýn fyri tey minstu førini
Tey minstu førini við einum dimensiónstali undir 20 og framtøkumegi undir 100 kW krevur Sjóvinnustýrið at síggja og fremja útgerðarsýn á staðnum. Ábyrgdarpersónur av virkseminum skal verða til staðar, tá hetta verður gjørt.

Miðsýn er ikki krav fyri tey minstu førini. Sjóvinnustýrið viðmælir, at omanfyri nevndi tjekklisti verður brúktur til egið brúk. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við førunum. Eftirlitið kann fevna um, hvørt trygdarásetingarnar verða hildnar, undir hesum um trygdarvegleiðingin samsvarar við siglingarvirksemið hjá farinum. Tey minstu førini fáa eitt loyvisbræv.

 Umvælingar
Minst til at bíleggja sýn í sambandi við størri umvælingar, endurnýggjan av farinum ella tá nýtslan av farinum broytist munandi í mun til ásetingarnar í galdandi trygdarvegleiðing.