Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?
Tú søkir um sjóvinnubræv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.
Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?
Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum maskinyvirmaður, skulu lúka niðanfyristandandi treytir:
Viðkomandi skal vera myndugur
Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.
Prógv frá maskinskúla
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum maskinyvirmaður, skal viðkomandi hava fingið dugnaskaparroynd í motorpassing ella prógv sum annaðhvørt motorpassari, maskinistur ella maskinmeistari. Skúlaprógvið má ikki vera eldri enn 5 ár, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað.
Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir, at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.
Siglingartíð
Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her. Er talan um fyrsta sjóvinnubræv ella uppstigan, kanst tú síggja flóðkort í breddanum til høgru, ið vísir, hvørji krøv verða sett til siglingartíð.
Útbúgvingarbók
Maskinyvirmenn við maskinista- ella maskinmeistaraprógvi skulu hava góðkenda útbúgvingarbók fyri at fáa fyrsta sjóvinnubrævið. Útbúgvingarbókin fæst við at venda sær til avvarðandi sjóvinnuskúla. Tá ið útbúgvingarbókin er útfylt, skal hon góðkennast av avvarðandi sjóvinnuskúla, áðrenn hon verður latin Sjóvinnustýrinum.
Trygdarskeið
Umsøkjarar, ið søkja um sjóvinnubræv fyrstu ferð, skulu skjalprógva trygdarskeið sambært STCW VI/I, VI/2-1, VI/3 og VI/4-1.