• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Sjóvinnubrøv

Sjóvinnustýrið útskrivar sjóvinnubrøv, tá tú hevur staðið viðkomandi útbúgving á Vinnuháskúlanum.
Eisini endurnýggjar Sjóvinnustýrið sjóvinnubrøv.
Kunna teg um treytirnar fyri ymsu stigini á síðunum í høgra bredda.

Tú søkir um sjóvinnubræv í online skipan okkara, Sjóprógv. Tá tú hevur gjørt tær eina vangamynd og goymt tíni skjøl í skipanini, kanst tú søkja um viðkomandi vinnubræv. Skipanin fortelur tær, hvørji skjøl krevjast til umsóknina. Umsóknin verður viðgjørd, tá øll skjøl eru uppsend. Tú rindar eisini fyri vinnubrævið í skipanini.

Viðgerðartíðin er tengd at, hvussu nógvar umsóknir Sjóvinnustýrið hevur at viðgera. Men vanliga kanst tú vænta eina viðgerðartíð á tvær vikur.

Legg til merkis, at kunngerðin gevur tær høvi søkja um sjóvinnubræv 6 mánaðir, áðrenn verandi sjóvinnubræv gongur út.