Søkt verður um viðurkenningarprógv á online skipan okkara, Sjóprógv. Set teg í samband við Sjóvinnustýrið fyri at fáa brúkaranavn og loyniorð.
Feløg, ið eiga ella umboða føroyskt skrásett skip, skulu søkja um viðurkenningarprógv til yvirmenn og skipskokkar, ið hava sjóvinnubræv úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark. Við umsóknini skal felagið senda Sjóvinnustýrinum avrit av skjølunum, ið verða nevnd á kekklistanum niðanfyri.
Sjóvinnustýrið hevur saman við Søfartsstyrelsen í Danmark avtalur við fleiri lond um viðurkenning av sjóvinnubrævum (sí listan yvir hesi lond niðanfyri). Er sjófólkið ikki frá einum av nevndu londunum, er ikki møguligt at fáa viðurkenningarprógv til viðkomandi.
Vegleiðing - Guideline for application
Kekklisti: Yvirlit yvir, hvørji skjøl skulu fylgja við, tá ið søkt verður um viðurkenningarprógv
Arbeiðsváttan - Declaration on Employment
Oyðublað: Læknakanning av sjófólki
Yvirlit yvir góðkendar sjóvinnulæknar
Váttan um upplæring - kokkar
Viðurkend lond: ið hava gjørt avtalu við Føroyar/Danmark um viðurkenning av sjóvinnubrøvum
SKEIÐ Í FØROYSKARI SJÓVINNULÓGGÁVU
Fyri at fáa føroyskt viðurkenningarprógv mugu leiðandi útlendskir yvirmenn umborð á FAS skipum á skeið í føroyskari sjóvinnulóggávu. Skeiðið fer fram umvegis internetið.
Við støði í Kunngerð nr. 5 frá 30. januar 2002, hevur Mentamálaráðið góðkent hesar veitarar av lógarskeiðinum:
- Vinnuháskúlin
- Tyr Shipping Management TSM
- Navit (veitir ikki skeið í løtuni)