• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Frítøka fyri loðsskyldu

Loðsfrítøkuskjal

Brúgvayvirmenn við galdandi loðsfrítøkuskjali kunnu føra skip inn í og út úr føroyskum havnum, hóast skipið er loðsskyldugt. Loðsfrítøkuskjalið kann tó ikki brúkast umborð á olju-, gass- og kemikaliutangaskipum, ferðafólkaskipum yvir 200 m, atomdrivnum skipum og skipum, ið sigla við ávísum vandamiklum farmi.

Fyri at fáa loðsfrítøkuskjal krevst, at umsøkjari hevur:

  • Galdandi sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður, og
  • Skjalprógv fyri annaðhvørt 3 siglingar inn í ella út úr ávísu havnini síðstu 12 mánaðirnar ella drúgvar royndir. Sí oyðublað her.

Kostnaðurin fyri loðsfrítøkuskjalið er 1175 kr. GG: umsøkjarin rindar flytingargjaldið.

Loðsfrítøkuskjalið skal endurnýggjast 5. hvørt ár, og treytirnar eru tær somu sum eru nevndar omanfyri.

Tá ið søkt verður um loðsfrítøkuskjal, skal hetta oyðublaðið nýtast.

Krøvini til loðsfrítøkuskjal eru ásett í §§ 7-11 í kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m. við seinni broytingum.

 

 

Endurnýggjan
Tá loðsfrítøkuskjalið skal endurnýggjast, skal nýggj umsókn sendast Sjóvinnustýrinum, saman við nýggjari váttan um siglingarøki seinastu 12 mánaðarnar.

Afturtøka

Tann, ið hevur loðsfrítøkuskjal, men sum ikki longur lýkir treytirnar í hesi kunngerðini, hevur skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum skjalið aftur.

Vísandi til §17 í løgtingslóg um havnaloðsing.kann Sjóvinnustýrið taka aftur loðsfrítøkuaskjalið, um:

  1. tann sum eigur skjalið, hevur framt grovt brot á treytirnar í loðsfrítøkuskjalinum, á ásetingar í ella sambært hesi løgtingslóg, ella
  2. onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum gera tað vágið at lata viðkomandi halda fram við at sigla í ella úr føroyskari havn uttan loðs